Mentan

Grækarismessuhald í Miðvági seinnapartin

Grækarismessuhald verður í viðarlundini kl. 14 – Vágakórið syngur, og Súsanna Mortensen úr Kvívík heldur røðu

(Mynd: Vága kommuna)

(Mynd: Vága kommuna)

2024-03-10 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í dag verður Grækarismessuhald í viðarlundini í Miðvági.

Klokkan 13.45 stilla skótar upp í skótahúsinum til skrúðgongu yvir í Viðarlundina, har Grækarismessuhaldið verður klokkan 14.

Vágakórið syngur, og Súsanna Mortensen úr Kvívík heldur grækarismessurøðu.

Aftaná bjóðar Skótalið Mikkjals á Ryggi kaffi og te, og skótarnir fara at hava tombolasølu, skrivar Vága kommuna í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder