Innanlands

Grækarismessuhald í Havn sunnudagin

Skrúðgongan fer úr skúlagarðinum hjá Sankta Frans beint fyri klokkan 15

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2026-03-14 20:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sunnudagin 15. mars skipar Skótafylki Sigmunds Brestisson fyri Grækarismessuhaldi í Havn.

- Sum vant fara skótar og hornorkestrið at ganga skrúðgongu. Vit byrja skrúðgonguna úr skúlagarðinum hjá Sankta Frans klokkan 14.50, stendur í fráboðan frá Skótafylki Sigmunds Brestisson.

Síðan verður gingið eftir Niels Finsens gøtu oman á Vaglið, har Torbjørn Jacobsen heldur røðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder