Innanlands

Gott úrslit hjá Trygd í fyrra hálvári

Hálvársúrslitið hjá Trygd er ávirkað av metlágum skaðaútreiðslum. Eingin heilt stórur skaði varð fráboðaður, og eingin størri skaðaódn hevur verið higartil í ár

Vit fegnast um góða úrslitið, tí tað er við til at bjálva felagið til tíðir við fleiri og størri skaðum, sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd

Vit fegnast um góða úrslitið, tí tað er við til at bjálva felagið til tíðir við fleiri og størri skaðum, sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd

2025-08-15 07:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Úrslitið eftir skatt gjørdist 18,9 mió kr., sum er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, tá úrslitið var 8,1 mió kr. eftir skatt.

Hóast tryggingarvirksemið er økt, vóru samlaðu skaðaendurgjøldini í fyrra hálvári tey lægstu í fleiri ár, og tað er hetta, ið speglast aftur í góða úrslitinum.

– Vit fegnast um góða úrslitið, tí tað er við til at bjálva felagið til tíðir við fleiri og størri skaðum. Vit gleðast eisini vegna kundarnar, sum ikki hava verið raktir av eins nógvum skaðum og undanfarin ár. Tí hóast fólk eru væl tryggjað, er tað altíð ein smeitur fyri tann einstaka at verða raktur av skaða, sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd.

Leiðslan er bjartskygd og væntar eina støðuga framgongd í tryggingarvirkseminum restina av árinum.

Sum skaðatryggingarfelag væntar Trygd tó ikki, at gongdin við metlágum skaðaútreiðslum fer at halda fram restina av árinum. Skaðagongdin í fyrra hálvári var óvanliga góð, og nú stendur heystið fyri durum. Vandin fyri skaðaódnum er størst um heystið og veturin. Harumframt kunnu aðrir stórir skaðar henda, og tí er enn ov tíðliga at siga, hvussu árið fer at hilnast.

Roknskapurin í stuttum

  • Hálvársúrslitið eftir skatt gjørdist 18,9 mió. kr. samanborið við 8,1 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
  • Tryggingartekniska úrslitið gjørdist 22,4 mió. kr. samanborið við 5,9 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
  • Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum vóru 115,2 mió. kr. samanborið við 111,9 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
  • Skaðaendurgjøldini vóru tilsamans 46,5 mió. kr. samanborið við 58,8 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

Trygd

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder