2026-07-23 12:25
Amerikanski telerisin Google er í dag revsaður við tveimum bótum á tilsamans 890 evrur fyri brot á ES lóggávu.
Hesum boðar ES-nevndin frá sambært AFP tíðindstovuni. Upphæddin svarar til 6,6 milliardir danskar krónur.
Google verður revsað lutvíst fyri ólógliga at hava givið egnum tænastum hjá fyritøkuni fyrimunir í leitiúrslitunum og lutvíst fyri ikki at loyva mennarum av appum at bjóða ókeypis alternativ uttan fyri Google Play, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald