Innanlands

Gongur rætta vegin við taraframleiðslu

Agnes Mols-Mortensen sigur, at marknaðurin fyri tara er í Evropa, men tað er ein trupulleiki, at tað ikki ber til at fáa vistfrøðiliga merking

Agnes Mols-Mortensen arbeiðir við at ala tara (Mynd: Ólavur Fredriksen)

Agnes Mols-Mortensen arbeiðir við at ala tara (Mynd: Ólavur Fredriksen)

2019-05-04 15:50 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í Vágsbotni yvirav, har Norðlýsið liggur, selur Agnes Mols-Mortensen tara í dag. Hon stendur saman við Jóhannu á Tjaldrafløtti, stjóra á Húsarhaldsskúlanum, sum hevur útvilka ymiskar uppskriftir úr tara. 

- Húsarhaldsskúlin borðreiðir marineraðan laks, har tari frá okkum er í marinatini. Og tey sum keypa tara frá okkum í dag fáa eisini fýra uppskriftir, sum Húsarhaldsskúlin hevur útvikla, við í prísinum, sigur Agnes Mols-Mortensen, sum leggur afturat at tað gongur rætta vegin at framleiða tara, hóast ávísar avbjóðingar hava verið við alingini. 

- Tað er ein vinna, sum enn er undir uppbygging. Tað hevur verið øgiliga trupult at fáa aliøkir, men fyri einum ári síðani fingu vit aliloyvi. Men tað hevur tikið eini tíggju ár at fáa loyvi, greiðir Agnes Mols-Mortensen. Hon greiðir frá, at grundin til, at tað hevur gingið striltið at fáa loyvi, er lógin um, at bert ein aling kann verða í høvjrum fjøri, men at hettar er broytt nú. 

Agnes Mols-Mortensen greiðir frá, at marknaðarforðingar eru eisini ein stórur trupulleiki. Tað ber ikki til at fáa vistfrøðiligt merki frá føroyskum myndugleikum. Til hevði borið at fingið íslendskt merki, men tað er ikki góðkent í ES. 

- Evropiski marknaðurin er áhugaverdur. Vit skulu ríða á heilsubylgjuni, sum fer um Evropa nú, sigur Agnes Mols-Mortensen, sum sigur at tey hava gjørt vart við seg á røttum støðum og vóna, at okkurt broytist nú. 

Tað er ongin mentan fyri at eta tara í Føroyum, og Agnes sigur tað er júst tí, at vørurnar hjá teimum eru gjørdar sum kýddarí. 

- Vit framleiða tara til mat. Nógv av okkara framleiðslu verður gjørt til pulvur, soleiðis at tað skal verða lætt at brúka tað sum krýddarí. Men tað er eisini tí at fólk fáa uppskriftir við í dag, um tey keypa tara, sigur Agnes Mols-Mortensen at enda. 

 

placeholder
placeholder