
Klaksvíkar Sjúkrahús skipaði fyri almennari móttøku í gjár, í sambandi við at gomlu læknahúsini í Klaksvík eru liðugt umvæld og tikin í nýtslu.
Hetta var ein stórur dagur fyri sjúkrahúsið í Klaksvík, og fitt av fólki var komið saman.
Millum annað vóru eisini fólk úr almennu umsitingini.
Súsanna Bertholdsen fegnast um at søguríka húsið í Klaksvík nú hýsir fyrisitingini hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Landsstýriskvinnan í heilsumálum segði millum annað soleiðis í røðuni hon helt til móttøkuna:
- Húsini hava verið ein týðandi partur av sjúkrahúsverkinum her í økinum, og nú fáa húsini eina nýggja og virðiliga uppgávu – at vera karmur um at fyrisita og menna Sjúkrahúsverkið.
Gamla læknahúsið hevur eina søgu, sum fevnir um eina góða øld: Frá 1923, tá húsið var bygt til læknabústað og viðtalu, til tað í dag er umbygt til eitt nýmótans fyrisitingarhús.
Kelda: Heilsumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald