placeholder
Innanlands

Gomul battarí vóru atvoldin til eld í bingju í Klaksvík

Eingin veruligur skaði stóðst av hesum á skrelliplássinum í Klaksvík - men løgreglan ávarar aftur um ikki at beina battarí burtur á hendan hátt.

Vakthavandi á løgreglustøðini boðar í morgun frá, at tað gekk skjótt at sløkkja hendan eldin - men tað var púra óneyðugt, at hann kyknaði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vakthavandi á løgreglustøðini boðar í morgun frá, at tað gekk skjótt at sløkkja hendan eldin - men tað var púra óneyðugt, at hann kyknaði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-04 09:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um 16-tíðina hósdagin noyddist sløkkiliðið í Klaksvík at gera skjótt av og fara á skrelliplássið.

Orsøkin var, at ein eldur var komin í eina bingju - ein "containara".

Vakthavandi á løgreglustøðini boðar í morgun frá, at tað gekk skjótt at sløkkja hendan eldin í gjár.

Hann staðfestir eisini, at eldur kyknaði vegna nøkur gomul battarí.

- Vit vilja bara aftur minna á, at gomul battarí ikki skulu beinast burtur á hendan hátt - saman við tí vanliga húsarhaldsburturkastinum.

Hesi fýra battaríni høvdu ligið saman við øðrum, sum skuldu vekk, men tey kunnu vera vandamikil.

Løgreglan boðar annars eisini frá einum máli um rúsdrekkakoyring í Suðuroynni í gjár og eitt brot á skilhaldsreglar í Havn, umframt oljudálkingina.

Sí eisini: Stór oljudálking á Eystaru vág: Misti 1.600 - 2.000 litrar av olju

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder