2026-02-28 14:40
24. mars verður fólkatingsval, og 26. mars verður løgtingsval, og hetta merkir, at vit komandi tíðina fara at síggja hópin av plakatum við myndum av øllum valevnunum, sum bjóða seg fram.
Í hesum sambandi hevur Landsverk nøkur ráð um staðsetingar av valplakatum.
Ráðini eru soljóðandi:
- Valplakatirnar mugu ikki vera til ampa fyri ferðsluna, órógva útsýnisviðurskiftini á vegnum, ella fjala ferðsluskelti.
- Valplakatir eiga ikki at verða settar í rundkoyringum og ferðsluoyggjum.
- Heingið ikki valplakatir á steyrar við ferðsluskeltum, ella aðrari góðkendari ferðslumerking.
- Valplakatir kunnu heingjast á lyktasteyrar, ella annan útbúnað, sum er gjørdur til endamálið.
- Heingið valplakatirnar minst 2,3 m yvir gongu- ella súkklubreyt og minst 0,5m frá vegjaðara.
- Festið plakatirnar forsvarliga á vegurdyggar plátur og á ein slíkan hátt, at tær ikki gera skaða á lyktasteyrar, garðar o.a.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald