Uttanlands

Glímarin Hulk Hogan deyður

Amerikanarin doyði í heimi sínum í Florida, 71 ára gamal

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-07-25 00:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heimskendi amerikanski glímarin, sum seinni gjørdist sjónleikari, Hulk Hogan, er deyður, 71 ára gamal. Hann doyði í heimi sínum í Florida.

Tað váttar umboðsmaður hansara, Chris Volo fyri NBC Los Angeles, skrivar dr.dk.

Hulk Hogan gjørdist í 1980'unum og 1990'unum heimskendur í glíming. Hann vann seks sonevnd WWE-meistaraheiti og gjørdist limur í Hall of Fame í 2005.

Seinni gjørdist hann sjónleikari og spældi við í triðja Rocky-filminum, Suburban Cammondo og Mr. Nanny. Í 1994 fekk hann egna sjónvarpsrøð, og í 2005 høvdu hann og familja hansara høvuðsleiklutin í realityrøð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder