Innanlands

Glaspláta small niður í Tinghúsvegin

Máttu steingja vegin fram við Løgtingið av, tí ein fasadupláta á triðju hædd á gomlu telefonstøðini datt niður

Tinghúsvegurin í gjárkvøldið (Mynd: Jensjáku Hansen)

Tinghúsvegurin í gjárkvøldið (Mynd: Jensjáku Hansen)

2023-07-27 09:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tinghúsvegurin fram við Løgtinginum og umsitingarbygninginum hjá Løgtinginum, fyrrverandi telefonstøðini, varð stongdur eitt tíðarskeið í gjárkvøldið.

Hetta tí, at partur av eini glasplátu, ein av sermerktu grønligu fasaduplátunum, datt av bygninginum og smildraðist niður á Tinghúsvegin. Fallið var høgt, tí talan er um eina av plátunum uppi á triðju hædd.

Tíbetur hendi ongin fólkaskaði, men Tinghúsvegurin mátti steingjast meðan vegurin varð ruddaður fyri glassplintur.

Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, sigur við Portalin, at tey onga frágreiðing hava um, hvussu tað ber til, at ein glaspláta brotnaði í gjár.

- Tað mugu serfrøðingar upp at kanna hvat er hent, men eg trúgvi ikki, at tað kann gerast undan ólavsøku. Nú vóna vit bara, at ikki fleiri detta niður. Fyribils hava vit valt at byrgja gongubreytina av, so onki fólk gongur undir bygninginum, sigur løgtingsstjórin.

Tað eru stívliga 20 ár síðani, at gamla telefonstøðin varð umbygd til umsiting hjá løgtinginum og bygningurin stóð liðugur í sínum núverandi líki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder