Innanlands

Glasir fær meira pengar

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur biðið Løgtingið um 9 milliónir afturat til Glasir. Nú eru 23 milliónir heimilaðar at brúka í 2019

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-05-01 14:12 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur í dag biðið Løgtingið um eykajáttan til byggiverkætlanina kring Glasir. Sambært fyrispurninginum er talan um arbeiðir, ið byggileiðslan hevur staðfest ikki eru gjørd og eru til ampa fyri virksemið hjá skúlanum. 

Eykajáttanarlógin er 9 milliónir krónir, men pengarnir skulu finnast innan játtanarkarmanir. Tí verður ein hálv millión tikin av játtanini til Tjóðleikhús, meðan 8 milliónir krónir verða tiknar av játtanini til Eldri og serforsorg. Játtanin til Sjóvinnustýrið, sum er uppá eina millión, verður eisini afturhildin, tí pengarnir ikki verða brúktir í ár. 

Eitt annað løgtingsuppskot um at gera Glasir liðugt liggur eisini í løgtinginum nú. Hetta uppskot verður dagført, soleiðis at landsstýriskvinnan í Menamálum fær heimild at  brúka í mesta lagi 23,9 milliónir til at gera skúladepilin lidnan við í 2019. 

Ein hálv millión verður eisini játta til gransking á nýggju eykajáttanarlógini. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder