Innanlands

Glasbingjurnar tømdar fyrstu ferð

Royndarverkætlanin við skiljistøðum av glasi og metali í Tórshavnar kommunu hevur higartil gingið væl, skrivar kommunan

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2025-09-19 19:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Royndarverkætlanin við skiljistøðum av glasi og metali í Tórshavnar kommunu hevur higartil gingið væl, skrivar Tórshavnar kommuna.

Skiljistøðirnar komu upp miðjan juli og hava sostatt verið í nýtslu í tveir mánaðir. Allar glasbingjurnar eru nú tømdar eina ferð, og glasið sær út til at vera væl skilt.

Glasbingjurnar fyllast skjótari enn metalbingjurnar, sum sambært kommununi væntandi verða tømdar um tvær-tríggjar vikur.

Skiljistøðir til metal og glas eru settar upp í átta grannaløgum í Tórshavnar kommunu. Talan er um eina royndarverkætlan, har endamálið er at finna útav, hvør loysn riggar best at brúka frameftir, tá ið húskir skulu skilja metal og glas.

Í royndarverkætlanini verða tvey sløg av spannum brúktar: Plastspannir, ið kunnu standa, har tær eru vardar móti nógvum vindi, og spannir úr rustfríum stáli, sum tola at standa á opnum øki.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder