2022-07-25 15:12
            
        
         
                
            Nú verður gjald aftur kravt fyri løðing á almennu løðistøðunum.
Vegna tøkniligar avjóðingar hevur í eitt tíðarskeið ikki borið til at avgreiða gjald fyri almenna løðing, og hava elbilaeigarar tí kunnað løtt bilin ókeypis á almennu løðistøðunum, men nú er trupulleikin loystur, sigur SEV.
SEV sigur, at tað nú aftur ber til at seta pening inn á kontu á elbil.fo, og frá ímorgin, týsdagin 26. juli klokkan átta, verður gjald aftur kravt fyri løðing.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald