Uttanlands

Givnir við royndunum at bjarga 13 námsarbeiðarum

Tað er ov vandamikið at halda fram við bjargingararbeiðinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-04-01 11:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt russiskt námsfelag hevur nú slept royndunum at bjarga 13 innistongdum námsarbeiðarum uppaftur, skrivar russiska tíðindastovan Tass.

Námsarbeiðararnir hava sitið innistongdir í náminum í Amur landslutinum í fjareystara partinum av Russlandi síðan 18. mars.

Bjargingarfólkini eru givin við bjargingarroyndunum, tí tað er stórur vandi fyri at bjargingararbeiðið kann elva til at tað rapar meira í náminum.

Tíðindatænastan hjá námsfelagnum skrivar, at tað setir bjargingarfólkini í vanda, um arbeiðið heldur fram. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder