Innanlands

Gist & Vist yvir átta milliónir krónur í avlopi

Gongst væl hjá teimum, sum virka innan føroyska ferðafólkavinnuna

Johannes Jensen, stóri í Gist & Vist (Savnsmynd)

Johannes Jensen, stóri í Gist & Vist (Savnsmynd)

2019-05-08 13:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Góða gongdin í ferðafólkavinnuni hevur eisini jaliga ávirkan á størsta aktørin innan vinnuna, hotell- og matstovusamtakið Gist & Vist.

Hetta sæst aftur á roknskapinum hjá partafelagnum Gist & Vist, sum aðalfundur felagsins júst hevur góðkent. Hóast yvir 20 matstøð og gistingarhús eru undir samtakinum, so verða tær allar bókaðar undir sama partafelagi.

Roknskapurin fyri 2018 vísir eitt avlop á 8,2 milliónir krónur eftir skatt og stórt avlop hevur felagið ikki havt fyrr. Talan er um ein vøkstur á góð 10 prosent, boðar Gist & Vist frá í tíðindaskrivi. Samlaða sølan vaks við 15 prosentum í mun til árið fyri. Av hesum er vøksturin í hotellvirkseminum 10 prosent og matstovuvirkseminum 17 prosent.

Við árslok 2018 var eginpeningurin góðar 49 milliónir krónur. Hetta samstundis, sum felagið í árinum gjørdi nýíløgur fyri 28 milliónir.

27 lærlingar í starvi
Í árinum rindaði Gist & Vist út lønir fyri í alt 62 milliónir krónur til 898 løntakarar, svarandi til 189 ársverk í miðal fyri árið. 34 milliónir vórðu goldar tímaløntum. Samtakið hevur í løtuni 27 lærlingar í starvi, verður upplýst.

Deildarkervið hjá felagnum er í støðugari menning, og á aðalfundinum varð gjørt upp, at Gist & Vist hevur trý hotell, 15 matarstøð og fýra netsølur. Fyritøkur undir samtakinum eru: Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn, Hotel Vágar, Koks, Áarstova, Barbara, Fútastova, Ræst, The Tarv, Skeiva Pakkhús, Etika, Bitin, SuppuGarðurin, Silo, Hvonn, Gras (matstovan á Hotel Føroyar), Mikkeller, Kioskin hjá Astu, Flogkaffi, Café 12, Matpakkin.fo, Verkamatur, eta.fo og Flogvistir.

Gist & Vist fór í 2018 undir eina útbygging av Hotel Føroyum. Arbeiðið verður liðugt í 2020, og verður tá framhaldandi størsta hotellið í Føroyum við 200 kømrum umframt matstovu, fundar- og veitsluhølum.

Útlit fyri áhaldandi vøkstri
- Føroyska ferðavinnan sum heild er í støðugari menning og tað er at fegnast um. Við teimum útlitum, sum eru fyri einum áhaldandi vøkstri í føroysku ferðavinnuni, eru góðar vánir fyri, at øll hotel í Føroyum fáa nóg mikið av gistingum og inntøkum.

- Gist & Vist fegnast um, at ferðavinnumøguleikarnar vaksa í Føroyum og bjóðar øðrum aktørum á hotelmarknaðinum vælkomnum í tann mun, at kappast verður á jøvnum føti. Føroyska ferðavinnan kappast í roynd og veru fyrst og fremst við ferðavinnuna í øðrum londum. Tí er umráðandi, at tað almenna skapar bestu fortreytir fyri føroyskari luttøku í altjóða kappingini.

- Sum dømi átti tað almenna at givið føroysku matstovuvinnuni betri fortreytir fyri at keypa vín og rúsdrekka beinleiðis frá framleiðarunum. Ein slíkur møguleiki lækkar ikki avgjøldini, sum goldin verða tí almenna fyri vín og rúsdrekka, men gevur betri vinnumøguleikar grundað á munadyggari handilsfortreytir og –møguleikar hjá vinnuni, sigur Johannes, stjóri í Gist & Vist. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder