
Sunnukvøldið byrjaðu samráðingar um eina møguliga avtalu um vápnahvíld í Gaza. Hesar eru í Katar, sum saman við Egyptalandi og USA hevur meklað í stríðnum millum Ísrael og Hamas.
Sí eisini: Samráðingar eru byrjaðar í Katar
Einki frættist um munandi framstig, men ísraelski forsætisráðharrin fegnast um leiklutin hjá USA og Donald Trump í hesum - og í sambandi við kríggið við Iran. Hetta hevur Benjamin Netanyahu staðfest í sambandi við almennu vitjan sína í Washington D.C, sum byrjaði mánadagin.
Netanyahu hevur millum annað nýtt høvi til at ført fram, at Donald Trump burdi fingið friðarheiðursløn Nobels. Hetta serliga fyri leiklutin hjá amerikanska forsetanum í stríðnum millum Ísrael og Hamas og Ísrael og Iran.
USA leyp, eins og Ísrael, á kjarnorkustøðir í Iran í juni. Hetta álopi var við at fáa "rakettstríðið" millum Ísrael og Iran at steðga.
Benjamin Netanyahu segði stutt eftir fundin í gjár, við altjóða miðlar, at hann og Trump tosaðu um bæði avleiðingar og møguleikar, sum stóust av hesari støðuni. Forsætisráðharri Ísraels skýrir tað "hendan stóra sigur sum vit fingu á Iran".
Nú verður - aftur - arbeitt við at fáa eina vápnahvíld ímillum Hamas og Ísrael. Í hesum førum var tað at fáa ísraelsu gíslarnar í Gaza fríar, sum var í miðdeplinum í umrøðini við borðið í Washington. Teir allarflestu av gíslunum hava verið í Gaza síðani oktober 2023.
Umboð fyri palestinensisku sendinevndina til friðarsamráðingarnar í Katar vísa á, at ísraelsk embætisfólkini ikki hava neyðuga heimildina til at gera eina avtalu við Hamas - og hetta er forðingin fyri framstigum. Har verður tó eisini váttað, at spurningurin um "gislabýti" fyllur nógv.
Benjamin Netanyahu hevur nú vitjað tríggjar ferðir í USA, síðani Donald Trump gjørdist forseti aftur í januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald