
- Hetta er ikki bara endin á einum kríggi, hetta er endin á einum tíðarskeiði við yvirgangi og deyða.
Millum annað hetta segði amerikanski forsetin, Donald Trump, tá hann helt røðu í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, í dag. Røðan varð hildin í sambandi við at fyrsti partur av friðaravtaluni nú byrjaði við at ísraelsku gíslarnir í Gaza vórðu leyslatnis samstundis sum eitt stórt tal av palestinskum fangum í Ísrael vórðu leyslatnir.
Meðan Trump helt røðu, vórðu tveir limir av andstøðuni í Knesset, Ofer Cassif og Ayman Odeh, førdir út úr tingsalinum av vaktarmonnum, tí teir órógvaðu meðan amerikanski forsetin brúkti stóran part av røðu síni at rósa ísraelska forsætisráðharranum Benjamin Netanyahu.
- Vit komi ikki fyri at órógva, men fyri at krevja rættvísi. Latið vera við at herseta. Mótmæli stjórnini, skrivaði Cassif á X eftir hendingina.
Donald Trump á talarastólinum í Knesset. Aftan fyri hann, Amir Ohana, tingformaður. og Isaac Herzog, forseti (EPA)
Donald Trump fekk hjartaliga móttøku og standandi lógvabrestir tá hann kom inn í tingsalin. Fleiri ferðir undir røðuni reistust tinglimir fyri at fagna amerikanska forsetanum, ikki minst tá hann víkti frá niðurskrivaðu røðuni, og vendi sær til ísraelska forsetan, Isaac Herzog, og heitti á starvsbróður sín um at sleppa náða Netanyahu, ið er ákærdur fyri mutur.
Donald Trump er nú farin víðari til Sharm el-Sheikh í Egyptalandi, har samráðingarnar um friðaravtaluna halda áfram.
20 gíslar komnir heimaftur
Í meðan alt hetta er hent komu 20 ísraelskir gíslar heimaftur eftir at hava sitið fangar í Gaza. Gíslarnir eru Eitan Mor, Gali Berman, Ziv Berman, Omri Miran, Alon Hhel, Guy Gilboa-Dalal, Matan Angrest, Elkana Bohbot, Avinatan Or, Yosev-Chaim Ahana, Evyatar David, Rom Braslabski, Sergev Kaflon, Maxim Herkin, Bar Kupershtein, Eitan Horn, Ariel Cunio, David Cunio, Matan Zangauker og Nimrod Cohen.
Hamas hevur givið lyfti um at líkini av fýra deyðum gíslum verða latin Ísrael seinni í dag. Teir eru Guy Illouz, Yossi Sharabi, Bipin Joshi og Daniel Peretz.
Nøvnini eru frá BBC.
Samstundis sum ísraelsku gíslarnir komu heim og vórðu innlagdir til kanningar á Ichilov og Shepa sjúkrahúsunum í Tel Aviv, fóru bussar hjá Reyða Krossi koyrandi við fleiri túsund palestinskum fangum úr fongslum í Ísrael til Ramallah á Vestara Áarbakka.
-
Familja og næstringar fagna leyslatnum gíslunum uttan fyri Shiba sjúkrahúsið (Mynd: EPA)
-
Ziv Berman (Mynd: EPA)
-
David Cunio (Mynd: EPA)
-
Ziv Berman (Mynd: EPA)
-
Bar Abraham Kupershtein (Mynd: EPA)
-
Frøi yvir leyslatnan fanga í Ramallah (Mynd: EPA)
-
Frøi yvir leyslatnan fanga í Ramallah (Mynd: EPA)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald