Innanlands

Gingu seg føst á Veðranesi

Vórðu fylgd oman aftur uttan dramatikk

Veðranes (Mynd: Pól Sundskarð)

Veðranes (Mynd: Pól Sundskarð)

2020-08-14 07:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seks fólk, sum í gjárkvøldi gingu sær ein túr av Oyri til Selatraðar, máttu leita sær hjálp fyri at koma oman til bygda aftur.

Tey høvdu gingið seg fast uppi undir einum hamari á Veðranesi, sluppu ikki víðari og valdu at ringja eftir hjálp.

Løgreglan heitti á festaran á Selatrað um at fara móti fólkunum og fylgja teimum omanaftur.

- Tey komu oman á slætt aftur í øllum góðum. Tað var ódramatiskt, og ongin var nakrantíð í vanda, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

 

placeholder
placeholder