- Hetta er fekst, men í løtuni eru fleiri, sum verða uppringd av einum, sum sigur seg vera politist. Persónurin hevur sum endamál at kroysta pening úr fólki.
Hetta staðfesti løgreglan fyri lítlari løtu síðani. Har metir man, at tað er neyðugt at ávara fólk í Føroyum um eitt slag av "telefon- og peningaálopi".
Serliga fer ávaringin til eldri fólk, tí tað tykiskt sum persónurin, ið tosar danskt, serliga leggur seg eftir at ringja til eldri fólk.
Tey fáa millum annað boð um, at hesin "løgreglumaðurin" kannar kontoupplýsingar og flytingar hjá fólki, og at onkur annar roynir at stjala pening. Persónurin nevnir eisini møgulig lán.
Tey mugu tó endiliga ikki sperra kontuna, eru boðini. Tí viðkomandi skal taka sær av tí - fyri eitt gjald á umleið 10.000 krónur í fyrstu syftu, hóast viðkomandi er løgreglufólk.
Kennir kontoupplýsingar
Hóast talan er um eitt nýtt mál, so veit løgreglan í Føroyum um dømi frá Danmark, har nakað líknandi er gjørt, og har fólk hava sent stórar peningaupphæddir til svíkjarar.
Nógv bendir á, at hetta kann vera ein dani. Viðkomandi tosar í øllum førum danskt. Eitt heldur óhugnaligt er, at viðkomandi sigur seg eisini hava innlit í kontoupplýsingar - og í fleiri førum passa tær eisini.
- Vit vita ikki hví, at so er, men hetta ger sjálvandi, at tey sum verða uppringd, trúgva meira uppá viðkomandi.
Tíbetur eru tey, sum hava ringt inn, ikki hoppaði uppá tað, sigur løgreglan. Men ávarað verður staðiliga um at ikki vísa hesum ans, og at boða frá um onkur ringir og roynir at biðja um pening á hendan hátt.
Málið verður kannað víðari í løtuni.
Dagført: 12.23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald