Uttanlands

‘Gerrymandering’ – valdømini í Texas broytt í nátt

Demokratarnir eru í øðini, kalla tað fyri politiskt snýt. Løgreglan varð sett at ansa eftir teimum, so málið kundi atkvøðast ígjøgnum. Demokratarnir í Kalifornia ætla at svara aftur

Demokratar eru í øðini um opinlýsu royndina hjá republikanarunum at skaffa sær fyrimun til komandi miðskeiðisval. Myndin er frá einum mótmælistiltaki í Kalifornia í farnu viku (Mynd: EPA)

Demokratar eru í øðini um opinlýsu royndina hjá republikanarunum at skaffa sær fyrimun til komandi miðskeiðisval. Myndin er frá einum mótmælistiltaki í Kalifornia í farnu viku (Mynd: EPA)

2025-08-21 07:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Umboðsfólkatingið í amerikanska statinum Texas hevur í nátt samtykt eitt lógaruppskot, ið broytir valdømini í statinum. Málið hevur verið ein stríðsspurningur í fleiri vikur, men eftir orðaskifti í átta tímar, kom málið til atkvøðugreiðslu, og varð samtykt við stórum meiriluta.

88 atkvøddu fyri meðan 52 atkvøddu ímóti, skrivar DR við AP tíðindastovuni sum keldu.

Broytingin av valdømunum skal eisini samtykkjast í senatinum í Texas har republikanararnir hava meirilutan og undirskrivast av Greg Abbott, guvernøri. Men hetta verður ikki mett sum nøkur forðin fyri at uppskotið verður endaliga samtykt.

Slíkar broytingar av valdømunum verður í USA kallað "gerrymandering". Tað merkir, at valdømini verða broytt fyri at geva einum flokki fyrimun.

Republikanskur fyrimunur

Republikanararnir í Texas hava opið viðgingið, at kortið er teknað av nýggjum fyri at geva flokkinum fyrimun.

Todd Hunter, limur í umboðsfólkatinginum, og sum hevur lagt uppskotið fram, hevur fyrr sagt:

- Yvirskipaða endamálið við ætlanini er einføld: at betra um politisku úrslitini hjá republikanska flokkinum.

Við at tekna valdømini av nýggjum, kann republikanski flokkurin helst skaffa sær fimm nýggjar tingsessir á miðskeiðisvalinum komandi ár.

- Snýta seg til valdið

Donald Trump, forseti, verður lagdur undir at hava eggjað floksfeløgum sínum í Texas at broyta valdømini fyri at styrkja støðuna hjá flokkinum til komandi miðskeiðisval.

Hetta hevur vakt stóran harma hjá demokratunum, ið kalla hetta eina týðuliga roynd at snýta seg til valdið við at brúka júst “gerrymendering”.

- Í einum fólkaræði velur fólkið síni umboð. Hetta lógaruppskotið vendir hesum upp og niður, og letur politikararnar velja sínar veljarar, segði demokraturin Chris Turner, sambært AP.

Demokratarnir í Texas hava gjørt alt tey kundu fyri at støðga ætlanini um nýggj valdømi. Eitt nú seinkaðu tey viðgerðini í tvær vikur fyrr í mánaðinum við at rýma úr Texas.

Tá demokratisku politikararnir komu aftur, varð løgreglan sett at ansa eftir teimum allan sólarringin til tess at tryggja, at tey kundu vera til staðar, tá atkvøðast skuldi.

Ein av demokratisku politikarunum, Nicole Collier, sýtti fyri at lata seg eftiransa av løgreglini, og hevur tí verið stongd inni í tingsalinum síðan mánakvøldið, lokala tíð.

[object Object]
Gevin Newsom, guvernørur í Kalifornia, á einum mótmælistiltaki í Los Angeles fyrr í mánaðinum (Mynd: EPA)

Demokratarnir svara aftur

Demokratarnir hava longu boðað frá, at tey fara at royna málið í dómstólunum, og í Kalifornia skulu politikararnir í dag atkvøða um eina broyting í valdømunum har.

Hetta verður fatað sum eitt mótsvar til tað, ið er hent í Texas, skrivar AP.

Tað er guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom, sum ætlar at broyta valdømini til fyrimuns fyri demokratiska flokkin.

- Hetta er ein nýggjur dagur, og vit berjaast móti eldi við eldi, segði hann í gjár.

Um ætlaða broytingin í Kalifornia verður samtykt, verður væntað, at demokratarnir eisini kunnu smaffa sær fimm eyka pláss á valinum til umboðsfólkatingi á miðskeiðisvalinum í 2026.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder