Innanlands

Gera spurnarkanning um sjúkueyðkenni av omikron

Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu ger eina kanning av, hvussu fólk, sum vóru sjúk við koronu í januar, høvdu tað

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-19 15:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu ger nú eina kanning av, hvussu fólk, sum vóru sjúk við koronu í januar, høvdu tað.

Øll tey, sum fingu staðfest koronu frá 1. til 31. januar, hava fingið teldupost frá landslæknanum við fyrispurningi um at luttaka í spurnakanningini. Tað tekur 3-5 minuttir at svara spurnablaðnum, siga tey.

Maria Skaalum Petersen, granskari, segði við Útvarpið á middegi, at 4.300 fólk higartil hava svarað spurnarblaðnum. Eini 14.000 fólk fingu staðfest koronu í januar, og er vónin, at fleiri afturat fara at svara, sigur hon.

– Um tú vilt taka lut, men enn ikki hevur svarað, so vilja vit heita á teg at fara inn at svara spurnablaðnum, sum tú hevur fingið. Kanningin er opin til endan av februar mánaði, sigur Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu sambært heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder