placeholder
Innanlands

Gera klárt til Jól í Miðbýnum

Visit Tórshavn skipar fyri ársins jólahugna

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-11-29 16:49 Author image
Ari av Rana
placeholder

Gøtuljósdeildin leggur nú seinastu hond á á jólapyntingina í miðbýnum. Arbeiðið skal verða liðugt til leygardagin, tá jólatræið verður tendrað í tinghúsgarðinum kl 15.30. Ketur, kúlur og stjørnur eru komnar upp um allan miðbýin, sum verða tendraðar leygardagin. 

Aftur í ár koma jólamennirnir á vitjan og við góðari hjálp frá børnunum á Vaglinum fara teir at tendra jólatræið, sum er ein gáva úr Reykjavík. 

Tiltakið Barnajól verður leygardagin 8. desember. Hetta er eitt tiltak, sum Margarinfabrikkin skipar fyri, og sum frálíður fara vit eisini at hoyra meira um tiltakið. 

Leygardagin 15. desember kemur jólaskipið inn á Vágsbotn við øllum jólamonnunum, sum gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll børnini í Føroyum. Við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum. 

Jólabýurin letur uppaftur í ár. Hurðarnar vera ólæstar, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið og síggja jólaprýddu smátturnar. Eisini koma jólamenn í býin á rossabaki, skrivar Tórshavnar kommuna. Hetta verður leygardagin 22. desember. 

Afturat hesum kann nevnast, at jólavikuna, tað vil siga seinastu vikuna áðrenn jólaaftan, hava handlar í býnum og SMS leingi opið, ein rúgva av jólatónleiki verður í býnum og eisini jólamenn við karamellum. 

Somuleiðis vera sølubásar í Tinghúsgarðinum.

Tað er Visit Tórshavn, sum aftur í ár samskipar Jól í Miðbýnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder