Innanlands

Gera fleiri gøtur í viðarlundini í Vestmanna

Endamálið er at skapa fleiri møguleikar hjá fólki at fara túrar í viðarlundini.

(Mynd: Vestmanna kommuna)

(Mynd: Vestmanna kommuna)

2026-09-12 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arbeitt verður nú við at gera fleiri gøtur í viðarlundini í Vestmanna.

Endamálið við nýggju gøtunum er at skapa fleiri møguleikar hjá fólki at fara bæði styttri og longri túrar í viðarlundini.

Ein av nýggju gøtunum fer at ganga niðan til gjónna. Haðani verður møguligt at njóta eitt serstakliga vakurt útsýni og uppliva náttúruna úr einum nýggjum sjónarhorni, skrivar Vestmanna kommuna.

Kommunan fer í næstum eisini at gera eina nýggja gangibrúgv yvir um Gjógvará, millum viðarlundina og Garðatún.

Finnbogi Joensen stendur fyri arbeiðinum í viðarlundini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder