Innanlands

Skálavík: Gera alt fyri at næmingar og foreldur skulu kenna seg trygg

Á kristiliga eftirskúlanum í Skálavík harmast tey um støðuna, nú eitt mál um kynsligan ágang millum ein næming og starvsfólk er meldað til løgregluna

(Mynd: Brúgvin - eftirskúlin í Skálavík)

(Mynd: Brúgvin - eftirskúlin í Skálavík)

2022-02-19 08:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit eru ógvuliga kedd um støðuna og góðtaka als ikki slíkt. Leiðsla, lærarar og starvsfólk taka støðuna í størsta álvara, og gera alt vit kunnu fyri, at næmingar og foreldur skulu kenna seg trygg.

Tað sigur eftirskulin í Skálavík, Brúgvin, í einari fráboðan á heimasíðu sínari eftir at tað í gjár kom fram, at eitt mál um kynsligan ágang á skúlanum er meldað til løgregluna.

Talan er um eitt mál um kynsligan ágang millum eitt starvsfólk og ein næming.

Leiðslan á kristiliga eftirskúlanum váttar, at málið er fráboðað til løgregluna 13. februar. Starvsfólkið, sum talan er um, er burturvíst av skúlanum. Øll foreldur vórðu kunnað eftir fráboðanina.

Løgreglan kannar málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder