Mentan

George R. R. Martin stríðist við næstu "A Song of Ice and Fire"-bókini

Hóast kenda sjónvarpsrøðin "Game of Thrones" endar næsta ár, eru bøkurnar, sum røðin er bygd á, ikki liðugt skrivaðar enn

Mynd: The Guardian

Mynd: The Guardian

2018-11-17 17:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan sjónvarpsrøðin "Game of Thrones" gjørdist kend um allan heimin, eru nógv fleiri farin at lesa bøkurnar hjá George R. R. Martin, sum hevur skrivað bókarøðina "A Song of Ice and Fire," ið kenda sjónvarpsrøðin byggir á.

5. bókin í "A Song of Ice and Fire"-røðini varð givin út í 2011, og síðan tá hava nógv fólk bíðað spent eftir 6. bókini. Nógv finnast at rithøvundanum fyri at vera so seinur um at skriva, og hetta tosar hann um í samrøðu við The Guardian.

George R. R. Martin sigur, at hann heldur tað vera torført at skriva næstu bókina í røðini, “Winds of Winter”.

"Eg havi strídst við hetta í nøkur ár nú. Tað er sera, sera torført," sigur hann.

Hann leggur tó dent á, at 6. bókin í "A Song of Ice and Fire"-røðini verður ræðfest hægst frá nú av. Hann ætlar sær at skriva “Winds of Winter” lidna fyrst, og so tekur hann støðu til, hvat hann so fer at arbeiða við.

George R. R. Martin sigur, at síðan "Game of Thrones"-røðin bleiv kend um allan heimin, hevur hann kent eitt ávíst trýst á seg, og tað hevur gjørt tað ringt hjá honum at skriva bókarøðina lidna.

"Sjónvarpsrøðin er vorðin so væl umtókt um allan heimin, og bøkurnar hava eisini fingið so góð ummæli, at hvørja ferð eg seti meg niður, kenni eg á mær, at eg noyðist at skapa nakað framúrskarandi, og tað er ein stór byrða at bera," sigur George R. R. Martin.

“Game of Thrones” er eitt serstakt dømi um, tá ein sjónvarpsrøð endar, áðrenn bókarøðin, hon er bygd á, er liðugt skrivað. Søgan í “Game of Thrones” er nevniliga komin nógv longri enn “A Song of Ice and Fire”-bøkurnar. Seinasta sesongin av "Game of Thrones"-røðini verður víst næsta ár.

Men “Game of Thrones”-fjepparar fáa tó okkurt at gleða seg til, aftaná sjónvarpsrøðin er liðug.

Fimm møguligar spin-off-røðir eru nevniliga kunngjørdar higartil, men bert ein av teimum er góðkend. Talan er um "The Long Night", ið gongur fyri seg 5000 ár áðrenn "Game of Thrones". Sambært George R. R. Martin, ganga allar fimm nýggju røðirnar fyri seg áðrenn "Game of Thrones”, so møguleiki verður ikki fyri at síggja meira til persónar, sum mann kennir úr "Game of Thrones" framanundan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder