
Um klokkan hálvgum tvey seinnapartin í gjár legði løgreglan út eina eftirlýsing á Facebook um eina gentu, sum seinast varð sædd í Havn um midnáttarleitið hóskvøldið, og løgreglan leitaði framvegis eftir henni í morgun.
– Tað er framvegis galdandi, at um fólk vita, hvar hon er, ynskir løgreglan at hoyra frá teimum, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn við miðlarnar í morgun.
Men stutt fyri klokkan 11 legði løgreglan út kunning á Facebook um, at tað var staðfest, at samskifti hevði verið við eftirlýsta persónin, og er viðkomandi ikki eftirlýstur longur.
Boðini frá løgregluni eru soljóðandi:
– Føroya Politi hevur staðfest, at samskifti hevur verið við eftirlýsta persónin, sum eftir umstøðunum hevur tað gott. Føroya Politi takkar fyri alla hjálp í málinum.
Við atliti at persóninum og øðrum í málinum, ynskja vit ikki fleiri viðmerkingar um málið her á vanga okkara.
Dagførd kl. 11.09
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald