Mentan

Gekkurin fyllir 25 ár: Nú verða vinningarnir størri

Bilur, luksus-cruise við lummapeningi og størri upphæddir á hjólinum eru millum broytingarnar, nú Gekkurin fer at halda 25 ára føðingardag fríggjakvøldið

2022-02-21 21:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

1.260 ferðir hava spentir føroyingar snarað gekkahjólinum, síðan hann sá dagsins ljós í sjónvarpinum fyri 25 árum síðan, tann 21. februar í 1997. Mong gleðisróp eru komin umvegis sjónvarpsskuggan, tá stórar upphæddir – eisini milliónaupphæddir – eru snaraðar heim. 

Undirtøkan fyri Gekkinum var ómetaliga stór longu frá fyrsta degi. Teir mongu fyrstu mánaðirnar táttaði sølan í 25.000 seðlar um vikuna.  

Fyrstu tvey árini var vinnarin frá seinasta fríggjakvøldinum inni í sjónvarpsstovuni og snaraði hjólinum. Seinni gjørdist møguligt at ringja inn í sjónvarpsstovuna og snara hjólinum við at trýsta á knøttarnar á telefonini. Gekkurin hevur koyrt meir ella minni á sama hátt síðan tá.

Gekkurin í nýggjum hami
Fríggjakvøldið 25. februar fer Kringvarpið at hátíðarhalda 25 ára føðingardagin hjá Gekkinum. Hetta verður gjørt við einum rimmar Gekka-kvøldi, har nýggir vinningar eru í fokus. Gekkaseðilin kostar nú 40 krónur, og tí kann Kringvarpið hækka vinningarnar munandi. Upphæddirnar á hjólinum hækka, so nú ber til at vinna millum 20.000 og 50.000 krónur á hjólinum. Og ikki nóg mikið við tí. Ein Volvo-bilur fer í tann eina leypin, og ein luksus-cruise til Bahamas við 50.000 kr. í lummapeningi í ein annan. Stóra gekkaupphæddin er í triðja leypinum. 

Raðspælið verður eisini meira spennandi, tí ein krússapottur við virði á 50.000 krónum goymir seg aftan fyri eina av lúkunum.

Føðingardagurin hjá Gekkinum verður fríggjakvøldið beint eftir Dag og Viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder