
Umleið 3000 tons av mati eru komin inn í Gazageiran, síðan vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas kom í gildi fríggjadagin í farnu viku, sigur ST.
Í august staðfesti ST fyri fystu ferð hungursneyð í pørtum av Gaza, og tað fer at taka tíð at basa hungursneyðini, sigur talsfólk hjá ST-stovninum World Food Programme (WFP) sambært Ritzau.
Í løtuni handar WFP matvørur á fimm støðum í Gaza, harav tey flestu eru í sunnara parti av geiranum. Tað er málið hjá felagsskapinum at fáa talið á matveitingarstøðum upp á 145.
Millum leygardagin í farnu viku og mikudagin komu umleið 230 lastbilar við tilsamans 2.800 tons av neyðhjálp inn í Gaza. Hósdagin koyrdu 57 lastbilar við m.a. mjøli í lastini, inn í Gaza.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald