Uttanlands

Yvir hundrað fólk eru saknað orsaka av vatnflóð

Nurestan-landsluturin í Afghanistan er hart raktur av nógvum regni í seinastuni

(Mynd: Afp/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Afp/Ritzau Scanpix)

2026-07-21 12:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst tjúgu fólk hava latið lív eftir snarkomnari yvirflóð í eystara parti av Afghanistan, upplýsir taliban-stjórnin í landinum. Yvir áttati fólk hava fingið skaða og yvir hundrað eru saknað eftir vatnflóð í Nuristan-landslutinum.

Harðast raktur er býurin Parun, høvuðsbýurin í Nurestan landslutinum. Millum tey, ið eru saknað, er borgarstjórin í býnum.

Fleiri vegir til og úr Parun eru oyðilagdir, og hetta darvar bjargingararbeiðinum, ikki bara í landspartahøvuðsstaðnum, men í øðrum oyðiløgdum býum eisini, har íbúgvarnir leita eftir fólki í húsaleivdum uttan útgerð.

Vanlukkumyndugleikin í Afghanistan sigur, at flóðin hevur gjørt stóran skaða á heim, landbúnað og infrakervi. Frammanundan er landið sera viðbrekið mótgevis ógvusligum veðurfyribrigdum og ávirkanini av veðurlagsbroytingunum, skriva altjóða tíðindastovurnar.

Nuristan landsluturin er kendur fyri síni grønu fjøll, djúpu skógir og kláru áir, og var í 2020 útnevndur til tjóðargarð. Men ólóglig skóging í fjallalíðunum ger, at økið ikki megnar eins væl at taka ímóti nógvum regni.

Hetta er orsøkin til, at fleiri tilburðir við yvirflóð hava verið í økinum hesi seinastu árini.

Fyrr í ár doyðu minst hálvtannaðhundrað fólk í nógvum regni og vatnflóð har norðuri í Afghanistan.

Ógvusliga veðrið sær út til at halda fram. Sambært veðurstovuni í landinum, skal roknast við nógvum regni, torusláttri, hvøssum vindi og fleiri vatnflóðum í 10 av teimum 34 landslutunum í landinum fram til í morgin einaferð. Heitt verður á íbúgvar um at halda seg burtur frá áarbakkum og øðrum økjum, har vandi er fyri vatnflóð, skriva AP og AFP tíðindastovurnar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder