Innanlands

Uppteljingin á størsta valstaðnum farin í gongd

Stóru og tungu kassarnir tømdir á Hálsi. Valúrtøkan var eitt vet hægri enn á fólkatingsvalinum seinast - sí myndir

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-24 20:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

71,4 prosent av teimum, sum høvdu valrætt á størsta valstaðnum í landinum, hava í dag greitt atkvøðu á Hálsi.

Hetta staðfestir Jóan Petur Hentze, valsstýrisformaður.

Talan er um eina lítla framgongd, í mun til fólkatingsvalið 31. oktober 2022. Tá vóru 70,6 prosent av teimum við valrætti og settu krossin.

Valstýrisformaðurin helt fyri, at alt hevur gingið væl: Nú er at telja upp -  stóru og tungu kassarnir er nú tømdir.

Sí nakrar myndir, sum Sverri Egholm tók, her:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder