Innanlands

Undirskrivaðu sáttmála um arbeiðsveg til innkomuveg og tunnil

Articon fer nú í gongd við arbeiðsveg til innkomuveg og tunnil til Havnina

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, og Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi og býarskipanarnevndini (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, og Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi og býarskipanarnevndini (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-05-20 09:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tórshavnar kommuna skal gera nýggjan innkomuveg frá rundkoyringini á Hvítanesi og niðan undir Brúnna og haðani tunnil út í Marknagil. Partur av verkætlanini er gjørd, t.d. nøkur vegastrekki og brúgvar.

Endamálið við hesi verkætlanini, sum nú er undirskrivað, er at fyrireika arbeiðið við komandi vega- og tunnilsarbeiðnum frá Eysturoyartunlinum. Avtalan umfatar avgrevstur fyri arbeiðsvegi og innslagi til tunnil undir Brúnni.

Tað er Articon, sum skal gera hetta arbeiðið. Myndirnar eru tiknar í gjár, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, undirskrivaðu sáttmálan um arbeiðsvegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder