Mentan

Umleið 5000 fólk á Pride

Undirtøkan í ár var ikki minni, enn hon hevur verið undanfarin ár, verður mett

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

2025-07-28 12:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eins og undanfarin ár var stóra Pride-gongan í Havn 27. juli.

Seinastu árini hevur verið mett, at umleið 5.000 fólk eru við í gonguni, og undirtøkan í ár var ikki minni, enn hon hevur verið undanfarin ár.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Gingið varð frá Gundadalshøllini oman á Vaglið, har konsertframførslur vóru at hoyra.

Ólavur Frederiksen tók dronumyndir fyri Tórshavnar kommunu, og á teimum sæst hvussu nógv fólk gingu skrúðgongu.

Sí eisini: Myndir: Faroe Pride 2025

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder