Í juni vitjaðu hátignini Fríðrikur og Mary í Føroyum - fyri fyrstu ferð sum kongur og drotning.
Hesa vitjanina minnast hátignini á "fjálgan hátt" aftur á í dag, nú tjóðarhátíð føroyinga er.
- Vitjan okkara í Føroyum fyrr í summar stendur sum eitt fjálgt minni, og vit ynskja øllum føroyingum – úti sum heima – ein góðan veitsludag, skrivar "Det danske kongehus", á bæði føroyskum og donskum, á sosialu miðlum sínum í dag.
- Vit senda okkara hjartaligu heilsanir til Føroya fólk á tjóðarhátíð tykkara ólavsøku. Kongshjúnini.
Kongshjúnini saman við Elsu Berg, borgarstjóra í Havn, og unnusta hennara í Havnargøtum í juni mánaða (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald