Innanlands

Stórur áhugi fyri havnagrind

Bíðirøðin er lang av fólki sum ynskja sær eitt kók ella eitt sindur meira

2026-05-28 18:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heimapartar av grindini sum legði beinini í Sandagerði í morgun verða framvegis latnir til tey sum møta upp á Vestaru bryggju.

Og nógv hava tikið av. Bíðirøðin er lang av fólki, sum ynskja sær eitt kók ella eitt sindur meira enn tað. Fólk frá kommununi skera upp, so tað er ómakaleyst at koyra í eina balju ella ílat av onkrum slagi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder