Gamla kantinan á flakavirkinum í Fuglafirði, kallað Stórhúshøll verður nú høli hjá ungdóminum í Fuglafirði.
Tað skrivar Fuglafjarðar kommuna á netinum.
Kommunan og lokala vinnufyritøkan, Havsbrún, hava gjørt avtalu um, at brúka hølið til ungdómsaktivitet.
Í fleiri ættarlið, hava borgarar í Fuglafjarðar kommunu borið fram eitt ynski um eitt ungdómstilboð, ið kann dekka ein tørv, ið ikki longu er dekkaður av mongu frítíðar- og mentanartilboðunum, sum finnast í kommununi.
Ein týðilig politisk raðfestingin av ungdómsøkinum hesa setuna, hevur borið við sær, at eitt ungdómstilboð nú er veruleiki.
Fyrr í ár, varð Durita Samuelsen sett at menna ungdómstilboðið, og hevur áherðsla verið løgd á, at ungu borgararnir í kommununi, hava havt ein virknan leiklut í hesum arbeiðnum. Eitt nú eru ungdómsumboð vald í ráðgevandi nevnd, eins og at ung hava luttikið á framtíðarsmiðju, har tey hava lýst hvussu ungdómslívið framyvir kann síggja út í nærsamfelagnum.
Í hesum arbeiðnum, gjørdist serliga tørvurin á at kunna savnast og brúka tíð saman sum ungdómur, týðiligur. Tí er at fegnast um, at Fuglafjarðar kommuna og lokala vinnufyritøkan Havsbrún, eru komnar ásamt um at gagnnýta gomlu kantinuna á Bakkavegi, Stórhúshøll, til ungdómshús í býnum, skrivar Fuglafjarðar kommuna.
Fyrsta tiltakið í hølunum varð hildið longu á menganardøgunum fyrr í mánaðinum, tá eitt sokalla neon-party fyri ung varð hildið har.
Myndirnar eru av heimasíðuni hjá Fuglafjarðar kommunu:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald