
Hetta er fjórði dagur á rað, at teir tríggir politisku flokkarnir, sum seinasta løgtingsvalskeið hava myndað andstøðuna á tingi, hava fundast um at skipa nýggja landsstýrissamgongu.
Mánadagin varð formansumfar, har Aksel V. Johannesen varð útnevndur sum samráðingarleiðari. Í fyrstu atløgu varð roynt at skipa samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn, men tað bar ikki á mál.
Mikudagin tók Aksel V. Johannesen so stig til at royna at skipa samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Teir hava fundast hvønn dag síðan tá. Í gjár, fríggjadagin, segði Aksel V. Johannesen, at fýra knútar vóru eftir at loysa. Seint seinrapartin var ein knútur eftir. Og eftir, at fundirnir vóru lidnir segði hann, at nú vóru knútarnir loystir.
So skuldu flokkarnir samanskriva eina kladdu til eitt samgonguskjal. Tað skuldi gerast leygardag og kanska sunnudag, um tað var neyðugt.
Flokkarnir møttust aftur í løgtinginum í dag umleið klokkan 11, og fóru so inn í fundarhøli 3 umleið klokkan 11.20. Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, er við á fundi at greiða frá einum tilmæli, sum Havstovan hevur gjørt. Magni á Deild, stjóri á Arbeiðsloysisskipanini, er eisini á fundi.
-
Bjørt Samuelsen á veg inn í Løgtingið. (Mynd: Sverri Egholm)
-
Bjarni Kárason Petersen hevur meiri enn einar skógvar við til samráðingar í dag. (Mynd: Sverri Egholm)
-
Høgni Hoydal gongur í løgtingshúsinum og leitar eftir Maritu Rasmussen, sum skal við á fund í dag. (Mynd: Sverri Egholm)
-
-
Høgni Hoydal, Marita Rasmussen og Ruth Vang á veg inn í fundarhøli 3. (Mynd: Sverri Egholm)
-
-
Ingilín Didriksen Strøm og Bjarni Kárason Petersen bera kaffi og koppar inn í fundarhølið. (Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald