2025-07-11 18:41

Kanadiski poppsangarin Justin Bieber hevur í dag givið út sína fyrstu plátu í fýra ár.
Plátan hevur navnið "Swag".
Hetta kemur eitt sindur óvæntað, skriva altjóða miðlar. Hósdagin byrjaðu leysasøgur at ganga, tá myndir av Bieber og orðinum "Swag" vóru at síggja á lýsingaskíggjum í Reykjavík og á Sunset Boulevard í Los Angeles.
Við á plátuni hjá 31 ára gomlu poppstjørnuni eru gestasangarar sum Dijon, Lil B, Sexyy Red, Gunna, Cash Cobain og 2 Chainz.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald