
Ein av verkætlanunum í Tórshavnar kommunu í løtuni er vinnuútbyggingin í Hoyvík, har 29 vinnugrundstykkir verða gjørd klár.
Stykkini liggja niðan frá nýggja innkomuvegnum á strekkinum frá rundkoyringini við Hvítanes og stórhøllina við Tjarnir.
Tað er ArtiCon sum ger arbeiðið.
Grundstykkini eru frá 2.000 til 10.000 fermetrum, og samlaða økið er 130.000 fermetrar – við vegi og leiðingum til vatn, fjarhita, kloakk, el o.a.
- Vit hava longu borað og sprongt 250.000 rúmmetrar og skulu spreingja 30.000 rúmmetrar afturat. Grót verður nýtt til at fylla upp, og økið er veruliga farið at taka skap, sigur ArtiCon.
Fínplaneringin er byrjað, og næsta stig er leiðingar og asfaltering og at seta kantsteinar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald