Innanlands

Norskt herskip setir dám á ólavsøkuna

Eitt hjálparskip, sum hoyrir til norska herin kom í Nólsoyarfjørð í áðni

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-28 13:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri løtu síðan sást norska HNOMS Maud siglandi í Nólsoyarfirði.

Talan er um eitt sonevnt "replenishment vessel". Eitt hjálparskip við alskyns hentleikum. Eitt nú kann tað veita herskipum olju og vatn. Eisini er sjúkrahús umborð við 48 seingjum.

HNoMS Maud er bygt í 2019 og er 180,7 metrar langt.

Fyri tíðina er ikki óvanligt at síggja herskip í føroyskum øki, men tað er langt í millum at vit síggja so stór skip sum hetta.

Eisini er amerikanski kavbáturin USS Newport News í Nólsoyarfirði í dag. Tað er ein kjarnorkurikin kavbátur og hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder