Innanlands

Myndir: Val og drama í løgtinginum

Sí myndir frá stóra lagnudegnum í løgtinginum í dag, tá Aksel V. Johannesen skrivaði út nýval

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-25 18:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur verið tutlað í krókunum í løgtinginum í allan dag. Fór Framsókn at slíta samgonguna, fór løgmaður at útskrivað val. Alt bara spekulatiónir, men um hálvgun fýra tíðina, tá Suðuroyartunnilin var blivin samtyktur, tók løgmaður orðið og skrivaði út val.

Miðflokkamenn stórfegnaðust, onnur smíltust, meðan onnur vóru meira undrandi. Aksel V. Johannesen hevði ikki kunnað samgonguleiðararnar um sína avgerð frammanundan.

Sí myndir úr løgtinginum:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder