Pól Sundskarð: Tá eg hugsi Føgrulíð, hugsi eg altíð sól og summar. Veit ikki hví. Men soleiðis er sjálvandi ikki altíð og langt fra tíð.
Í níggju ár var Háskúlin í Føgrulíð á Borðoynni. Hetta var frá 1900 til 1909.
Hesar reglur yrkir Símun av Skarði í Tjóðsanginum sum hann yrkti í februar 1906:
"Hin roðin, sum skínur á sumri í líð,
hin ódnin, sum týnir mangt lív vetrartíð
og myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál,
og ljósið, sum spælir mær sigur í sál:
alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna,
at eg verji Føroyar, mítt land."
Nakað soleiðis upplivdi eg túrin í Føgrulíð í gjár.
Teir umleið 180 næmingarnir í gingu í skúla har fra 1900 til 1909 hava uppliva veturin, stormarnar, og hava eins og eg gingið niðan á Hálsin í myrkri, í kava, regni og vindi, ongin ivi um tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald