- Hetta er sum tann trojanski hesturin. Vit hava hesa framløguna í Norðurlandahúsinum, har kristilig tiltøk ikki sleppa inn. Nú eru vit innanfyri, og tað er eisini hóskandi, tí flokkurin ynskir, at húsið verður yvirtikið og gjørt til tjóðleikhús.
Hetta staðfesti Jenis av Rana, tá hann legði fram valskrá floksins fyrrapartin. Har vóru eisini onnur "litrík" vallyft, so sum at føroyska sendistovan í Tel Aviv skal flytast til Jerusalem og ikki óvæntað er ófødda barnið ovast a listanum.
- Tað er óskiljandi, at eitt gamalt løgting skal fáa eitt mál ígjøgnum 1. juni - væl eftir at ein nýggj samgonga er skipað. Vit fara at seta hetta fram sum tað fyrsta við samráðingarborið, sigur Jenis av Rana.
Børn og ung - og Føroyar - skulu verjast
Tað er eitt greitt nei til moskur í Føroyum, og vit skulu hava færri tilflytarar. Men vit skulu taka okkum ógvuliga væl av teimum, sum koma til Føroya.
Hetta staðfesti royndi formaðurin, sum eisini bar fram líknandi vallyftir sum so at siga allir hinir flokkarnir eisini hava á útlendingaøkinum: Kravda revsiváttan, at familjan ikki kann koma við í fyrstu syftu í Fast Track-skipanini o.a: - Løgmaður staðfesti, at eitt lóg skal vera fyri at tryggja okkum.
Sum vant miðsavnaði Jenis av Rana seg um tey bleytu virðini og familjuni: Tað skal vera betri møguleikar hjá ungum at spara saman, betri kappingarmøguleikar á bústaðarmarknaðinum, og familjan skal síggjst meira sum ein eind.
- Føroyar eru ríkar. Tað er ikki neyðugt at nøkur familja skal vera undir fátækarmarkinum. Familjan skal hava størri frælsi at skipa sítt gerandsidag. Millum annað við samskatting av hjúnum.
Steffan Klein Poulsen vísti eisini á, at færri hjúnarskilnaðir skulu vera. Og so er tað verja av børnum:
- Alnótin er alt ov ótrygg fyri børn og ung. Vit skulu seta aldursmark á sosialar miðlar, og revsingin fyri kynsligan ágang skal herðast. Hetta ynski gongur aftur millum fólk, og løgreglan skal hava betri møguleikar at arbeiða við.
Í mun til pensjónsaldurin, eru tey í Miðflokkinum glað fyri, at málið ikki fór ígjøgnum: Mótrokningin skal strikast. Á tjóðskaparliga økinum skal "rokningin gerast upp til Danmark, og samráðast skal um nýggjan leist".
Miðflokkurin hevur 18 valevni til løgtingsvalið og 17 til fólkatingsvalið. Bert Mathilda Sivertsen Gabriel stillar ikki upp til bæði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald