Uttanlands

Løgreglan: Trý fólk deyð av skotunum

Ein maður í 40’unum og tvey ungfólk lótu lív í skottilburðinum í Fields

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-07-04 00:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Trý fólk hava latið lív av skotunum í sølumiðstøðini Fields í kvøld.

Tað upplýsti løgreglan á tíðindafundi á politigarðinum í Keypmannahavn fyri løtu síðani.

Talan er um ein mann í 40’unum og tvey ungfólk.

Umframt trý mannalív, eru tað fleiri sum eru løstað. Trý av teimum løstaðu er støðan álvarslig.

Løgreglan fekk fráboðanina um, at skot vóru latin av klokkan 17:35 lokala tíð, og sendi alvápnað lið út á Amager. 

Ein 22 ára gamal dani varð handtikin lítla løtu seinni, og løgreglan metir, at hann er einsamallur um gerðina.

Maðurin skal hava brúkt eina riflu sum vápn.

Grundlógaravhoyr verður í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder