Innanlands

Lassi gjørdist nummar 3 til HM

Heimsmeistarakapping fyri ungar kokkar varð hildin í Paris í gjár

(Mynd: Havstein Klein)

(Mynd: Havstein Klein)

2026-04-17 09:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski kokkalærlingurin Lassi Havsteinsson Klein, sum í næstum verður útlærdur sum kokkur á Søllerød Kro í Danmark, gjørdist nummar trý í Escoffier heimsmeistarakappingini fyri ungar kokkar, sum í gjár varð hildin í Paris.

Hetta var fyrstu ferð, at kokkur úr Danmark var við í hesi kappingini. Fyrr í vetur gjørdist Lassi vinnari í evropeisku Escoffier kappingini.

Pápi Lassa, Havstein Klein, skrivar á Facebook, at Lassi gjørdist nummar trý eftir ein kokkúr Fraklandi og ein úr Kina. Sambært uppslagnum var Lassi nøgdur við avrikið, men ‘onkrar óhepnar avbjóðingar vóru’.

Brian Mark Hansen, sum í 2022 gjørdist heimsins besti kommur í Bocuse d’Or kokkapappingini hevur verið lærumeistari hjá Lassa, og var eisini vegleiðari undir kappingini í Paris.

Í komandi viku fær Lassi Havsteinsson Klein sveinabrævið, tá hann hevur staðið kokkalæruna á Søllerød Kro.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder