Innanlands

Martha Mýri nýggj í høvuðsstýrinum hjá Heimamissiónini

Hon avloysir Ragnar G. Mortensen, sum takkar fyri seg eftir 14 ár

Martha H. Mýri er væl kend í missiónsarbeiðinum. Hon er uppvaksin á Strondum og býr nú í Klaksvík, har hon er nógv virkin KFUM&K og KFUM (Mynd: trubodin.fo)

Martha H. Mýri er væl kend í missiónsarbeiðinum. Hon er uppvaksin á Strondum og býr nú í Klaksvík, har hon er nógv virkin KFUM&K og KFUM (Mynd: trubodin.fo)

2026-04-16 14:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á ársmøtinum hjá Heimamissiónini í Nesvík varð kunngjørt ein broyting í høvuðsstýrinum.

Ragnar G. Mortensen takkar fyri seg eftir 14 ár, meðan Martha H. Mýri úr Klaksvík er nývaldur limur í høvuðsstýrinum, sum er hægsti myndugleiki í Kirkjuligu Heimamissiónini.

Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari, har tey eisini lýsa nýggja nevndarlimin - strandakvinnuna í Klaksvík, sum er miðnámsskúlalærari og millum annað eisini lónleikaliga virkin:

- Martha er væl kend í missiónsarbeiðinum. Hon er uppvaksin á Strondum, er komin í missiónshúsið frá barnsbeini, og missiónsarbeiðið hevur fylgt henni alt lívið. Í dag starvast hon sum lærari í samfelagsfrøði á Miðnámi á Kambsdali, og í Klaksvík hevur hon í fleiri ár verið ein virkin partur av arbeiðinum í KFUM&K.Hon er forkvinna í KFUK í Klaksvík og er somuleiðis tónleikaliga virkin — millum annað sum sangari í kvinnukórinum Suð. Hon sat eisini í kirkjuráðnum í Christianskirkjuni síðsta skeið.

Ragnar G. Mortensen fekk inniliga tøkk fyri drúgva og trúfasta tænastu gjøgnum hesi 14 árini ár. Ragnar er bústandi á Tvøroyri og hevur umboðað Suðuroynna í mong ár í evstu leiðsluni í Heimamissiónini. Hann er eisini virkin í staðbundna arbeiðinum í missiónshúsinum á Tvøroyri. Hann gjørdist partur av høvuðsstýrinum í apríl í 2012, skrivar Trúboðin

Í høvuðsstýrinum fyri Kirkjuligu Heimamissiónina sita nú:

  • Heri Kjærbo, form. (Tórshavn)
  • Bjarki Johannessen, næstform. (Toftir)
  • Annelisa Rasmussen (Strendur)
  • Hjalmar Hansen (Rituvík)
  • Olga Magnussen (Lamba)
  • Beinta Klein (Sandur)
  • Hanus Thomsen (Strendur)
  • Jógvan Garðsá (Tórshavn)
  • Martha Mýri (Klaksvík)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder