Innanlands

Høvuðsumvæla starvsfólkabygningin á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Stórarbeiði verður gjørt á Klaksvíkar sjúkrahúsið, og tað skal eftir ætlan verða liðugt síðst í 2027

(Mynd: Klaksvíkar sjúkrahús)

(Mynd: Klaksvíkar sjúkrahús)

2026-06-17 21:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðan oktober hevur verið arbeitt við at høvuðsumvælt starvsfólkabygningin hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi, og eftir ætlan verður tað liðugt síðst í 2027.

Bygningurin er stórtsæð tømdur fyri øllum ikki berandi bygningslutum. Gólv veggir og loft eru tikin burtur, umframt leiðingar og káplar vm. Skorið er í betongveggir fyri nýggjum hurðaopum, ímeðan onnur hurðaop fylt út við betong.

Lendisgólvið er brekkað upp og burturbeint, umframt at grivið er væl niður í lendið fyri síðani at drena væl undir bygninginum. Nýggj kloakk er løgd, lendið er uppfylt og bjálvað, gólvhitarør eru løgd, og nýtt lendisgólv er stoypt.

Millum annað er eisini nýggj skakt stoypt til ein elevator, ið fer at betra um atkomuviðurskiftini og sambandið ímillum hæddirnar.

- Hóast arbeiðið til tíðir kann tykjast nakað rokaligt, og bæði fólk til gongu og bilførarar merkja, at arbeiðsøkið ávirkar ferðsluna kring bygningin, er gleðiligt at síggja, hvussu verkætlanin stig fyri stig flytur seg fram, skrivar Klaksvíkar sjúkrahús.

Um alt gongst eftir ætlan, verður arbeiðið liðugt í endanum av 2027. Tá verður talan um nútímans og væl innrættaðan bygning, sum kann skapa góðar karmar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder