Ferðafólkini, sum vóru á veg til Suðuroyar við Smyrli nú seinnapartin, gjørdust vitni til eina hending, sum ikki er vanlig á túrinum úr Havn og suður á Krambatanga.
Tá Smyril varð staddur áraka Dal, hoyrdu tey boðini frá skiparanum, at hann fór at bróta túrin av eina løtu fyri at kanna okkurt, sum líktist einum bjargingarbáti.
Hetta var klokkan 16.50 í dag.
Skiparin á Smyril greiðir frá, at tey broyttu kós og sigldu móti hesum reyða litinum, sum líktist einum lítlum bjargingarbáti. Tey hildu seg eisini síggja neyðbluss. Jú, so var, í kikaranum tey sóu tey ein mann, sum veittraði móti teimum.
- Vit valdu at seta bát út eftir manninum. Bæði maðurin og bjargingarbáturin var fingin umborð á Smyril. Tað tók 17 minuttir frá tí at vit sóu gummibátin, til vit høvdu fingið mann og bát umborð á Smyril, greiðir skiparin frá.
Síðan setti Smyril kós víðari móti Krambatanga.
Skiparin á Smyrli veit ikki hví maðurin var komin í hesa vandastøðu. Í fyrstu atløgu ráddi tað um at fáa mannin trygt umbor, geva honum heit klæði og okkurt at eta.
- Hvat, ið hent er, kemur hann nokk at greiða løgregluni frá seinni, sigur skiparin.
Helst er talan um ein útróðrarbát, ið er sokkin. Av Smyrli sóu tey einki til nakran bát, men tey sóu tveir fiskakassar flóta á sjónum.
Hetta er fráboðað MRCC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald