Innanlands

Hesi standa á gáttini til at fáa sess á tingi

Fýra kvinnur og tríggir menn bava ein fastan tingsess í boði, um ABC-samgongan ber á mál

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-08 14:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt bendir nú á, at ein samgonga í morgin verður skipað millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Væntað verður, at nýggja ABC-samgongan verður almannakunngjørd á tíðindafundi í morgin.

Sagt verður, at málsøkjabýtið er komið upp á pláss, men enn eru nøvn ikki sett á nýggju landsstýrisfólkini. Og tað verður nú eisini mett sum púra vist, at nýggja landsstýrið ikki heldur fram við seks aðalráðum og landsstýrisfólkum, men við sjey.

Og tað er eisini sikkurt, at landsstýrið verður mannað við fólkum, sum vórðu vald á ting á løgtingsvalinum 26. mars. Og at Fólkaflokkurin fær løgmann og tvey landsstýrisfólk, og hinir báðir flokkarnir fáa tvey landsstýrisfólk hvør.

Tað merkir, at tað koma sjey nýggj fólk í fastar sessar á tingi, sum varafólk.

Fólkaflokkurin trýfaldar kvinnuumboðanina

Tað verða tvær kvinnur og ein maður, ið koma inn sum varafólk úr Fólkaflokkinum.

Flokkurin fekk bert eina kvinnu valda á ting, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, við 599 atkvøðum. Onki bendir í løtuni á at hon verður landsstýriskvinna hesaferð, og tí verður talið á kvinnum í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum trífaldað, tí tey bæði fyrstu varafólkini hjá Lista A eru kvinnur: Fía Selma Nielsen úr Sandavági og Astrið Breckmann av Argjum við ávikavist 327 og 322 atkvøðum.

Triða varafólkið er Kristian Krog Hentze við 322 atkvøðunum. Við honum sum tingmanni fær Sandoyggin eisini umboðan á løgtingi.

Falkenberg sigur løgtingkjansin frá sær

Hjá Sambandsflokkinum verða tað tveir menn, sum fáa sæti á tingi, um flokkurin kemur í samgongu. Teir eru Magni Højgaard av Skála og Harmann R. Samuelsen úr Klaksvík, sum fingu ávikavist 342 og 258 atkvøður.

Anna Falkenberg er annars annað varafólk, men tað verður mett sum vist, at hon hetta valskeiðið fer at halda fram sum fulltíðar fólkatingslimur, eins og hon hevur gjørt higartil eftir framúr góða úrslitið á fólkatingsvalinum.

Anna Falkenberg hevur verið virkin í samgongusamráðingunum, men tað hevur verið sum næstforkvinna í flokkinum. At bæði Magni Højgaard og Hermann Samuelsen eisini hava verið við til samráðingarnar, verður mett fyri vist at merkja, at Anna Falkenberg sigur løgtingskjansin frá sær.

Tvær javnaðarkvinnur inn

Tað verða tvær kvinnur, ein roynd og ein óroynd, sum koma inn sum varafólk fyri Javnaðarflokkin:

Bjørt Lind stillaði upp fyri fyrstu ferð, og fekk 287 persónligar atkvøður, og gjørdist harvið fyrsta varafólk á javnaðarlistanum. Næsta varafólk er royndi tinglimurin Eyðgunn Samuelsen, sum fekk 263 atkvøður.

Sermerkt fyri varafólkini hjá Javnaðarflokkinum er, at tær hava ikki verið at sæð á Tinghúsvegnum undir samgongusamráðingunum hesar seinastu vikurnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder