Innanlands

Faroe Pride verður seinnapartin

Unfanfarin ár hava fleiri túsund luttikið. Tjúgu ár eru síðan fyrstu pride'ina

(Savnsmynd: Olaf Olsen)

(Savnsmynd: Olaf Olsen)

2025-07-27 10:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 16 fer Pride-skrúðgongan til gongu frá Tórsvølli og setur kósina oman móti Vaglinum.

Upphitingin byrjar við Tórsvøll klokkan 15, og tað verður ókeypis andlitsmáling og fløgg verða deild út.

- Elisa Vang fer at fáa lív í fjøldina við góðum slagorðum og skrálum. Komin oman á Vaglið verður ókeypis konsert við Marionnu Winter, Marius DC, Nalju, Siriously og Sissal. Miss Boogie verður vertur og fer at leiða okkum gjøgnum tiltakið, og Elsa Berg, borgarstjóri, fer at halda røðu, sigur LGBT+ Føroyar.

Í ár eru liðin 20 ár, síðani fyrsta pride'in var í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder