Fólk á Skálafjarðarleiðini hava nú møguleika at fara út at eta sushi á matstovu í nærumhvørvinum.
Í gjár lat upp onnur Etika-matstovan í Føroyum - á Høgabóli.
Tað er eftirhondini 13 ár síðani, at Gist & Vist lat upp fyrstu Etika sushi-matstovuna upp á Áarvegnum í Havn. Síðan tá er hesin serligi japanski munnbitin, har klistrað rís, turkaður tari og ráir fiskabitar eru høvuðstættir, nærum blivin gerandiskostur – serliga í og rundan um høvuðsstaðin.
Nógv fólk vóru samankomin tá nýggja sushi matstovan á Høgabóli lat upp í gjár.
- Vit fara at brúka dagin í dag til at rigga tað seinasta til, og so gleða vit okkum at taka ímóti tykkum, tá vit lata upp fyri matstovugestum hósdagin, skrivar Etika á sosialu miðlunum.
Matstovan á Høgabóli er ikki einasta nýggja matstovan í Etika-ketuni, sum nú letur upp. Fyrsta dagin letur eisini ein nýggj matstova við Sundsvegin, ið er bygd í tilknýti til Á-handilin við Tórsbreyt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald